Sjómaðurin, sum fekk skaða umborð á føroyska frysstilínuskipinum Helenu mánadagin, er í dag komin heim til Føroya. Maðurin fekk skaða í hondina - og mist millum annað ein fingur. Maðurin varð fluttur í tyrlu av Helenu og á sjúkrahús á Hebridunum, og har varð hann lagdur undur skurð.
Nú er maðurin komin nøkunlunda fyri seg aftur. Í gjár fór hann úr Stornoway við flogfari, og í dag skuldi hann koma til Føroya.
Maðurin er ættaður úr Grønlandi, men er búsitandi í Føroyum.