Skaddur í eitt hálvt ár

NSÍ verður fyriuttan av ein miðvallarunum í upp til eitt hálvt ár

Haraldur R. Højgaard skal heslt undir skurð í næstum, tí hann hevur trupulleikar við mjødnini. Í ringasta føri spælir hann ikki aftur komandi hálva árið.

 

Fyrstu ferð Haraldur R. Højgaard av álvara kendi til skaðan var í U21 landsdystinum móti Finnland farna kappingarár.

 

- Eg bleiv skiftur út aftaná umleið ein tíma, tí eg hevði pínu í lúskuni. Tá vit komu heim aftur, bleiv eg innskiftur seinasta korterið ímóti HB. Tað skuldi eg aldrin havt gjørt, tí eg fekk ikki gingið aftaná, sigur Haraldur R. Højgaard, sum var liðskipari hjá U21 landsliðnum til tann dystin.

 

Síðani tann dystin hevur Haraldur ikki kunnað runnið. 20 ára gamli miðvallarin av Toftum er nú kannaður, og trupulleikin vísur seg ikki at sita í lærkrikanum.

 

- Eri blivin kannaður niðri í síðstu viku. Teir funnu útav, at eg eri føddur við einum mjadnafeili. Eg skal tískil mest sannlíkt undir skurð um ikki so langa tíð. Eg komi allarhelst ikki at spæla teir komandi tríggjar til seks mánaðirnar, sigur Haraldur R. Højgaard við Sosialin í dag.

 

Haraldur R. Højgaard skifti í 2013 frá B68 til NSÍ. Í fjør spældi hann 22 dystir fyri NSÍ, sum bleiv nummar tvey í Effo-deildini.