Rafael Nadal hevði ein minni skaða, tá hann sunnudagin spældi finaludyst móti sveisiska Stanslas Wawrinka í tennis-kappingini í Stuttgart. Hetta forðaði tó ikki heimsins besta grússpælara í vinna dystin 6-4, 7-5. Nadal hevur nú vunnið 93 av seinastu 94 dystunum hjá sær á grúsi.









