Skaddur Beckham ikki til HM

Tað merkir, at fyrrverandi liðformaðurin á enska landsliðnum, ikki verður partur av hópinum, sum í summar fer at taka lut í HM-endaspælinum í Suðurafrika.

 

Í eini púra ópressaðari støðu skuldu Beckham leggja eina avlevering, men merkti tá, at okkurt var heilt galið og bað um at verða útskiftur.

Umboð fyri italska felagið hava í morgun váttað, at hælsinan er slitnað og Beckham skal til Finlands undir skurð. Men hóast skjótt verður borið at, so meta serfrøðingar, at tað ganga minst tríggjar mánaðir, áðrenn Beckham kann byrja at venja aftur.

 

Harvið er líkt til, at dreymurin um fjórða HM-endaspælið er brostin. 34 ára gamli David Beckham hevur áður tikið lut í HM-endaspælinum í 1998, 2002 og 2006 og við sínum 115 landsdystum hevði hann dystarmet fyri útispælarar á enska landsliðnum.