Skal nakar sum helst møguleiki vera hjá B36 at fanga EB/Streym, so krevur tað fulla úrtøku at kalla hvørja ferð. Og tað serliga, nú botnliðið av Skála kemur á vitjan.
Skála hevur hinvegin heldur ikki ráð at missa tað stóra, skulu teir vinna seg upp á tey 26-28 stigini, sum helst verða kravið fyri at yvirliva í deildini.
Hjá B36 er skaðalistin drúgvur í løtuni. Ingi Højsted hevur verið skaðaplágaður alt árið. Hann hevur spælt nakað síðani í summar, men nú er knæið aftur farið at arga, skilst. Súni Olsen brákaði eitt bein í fótinum longu í sínum næsta dysti fyri B36, og hann er enn ikki tøkur, og tað er nýggi álopsspælarin, Sam Malson, heldur ikki. Hann hevur bruna í skinnabeininum. Hinvegin verður vónað, at Hanus Thorleifsson er førur fyri at spæla. Eisini hann hevur drigist við skaða.
Hjá Skála er Bogi Gregersen neyvan tøkur. Hann fór skaddur av vøllinum seinast. Tað gjørdi Pauli G. Hansen, men roknað verður tó við, at hann er førur fyri at spæla.