Skaðar steðga verjukempu

Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United takkar fyri seg sum fótbóltsspælara

Nemanja Vidic hevur lagt gaggurnar á hillina. 34 ára gamli miðverjin, sum í átta ár spældi við Manchester United, sigur at skaðar hava gjørt sítt til, at hann ikki longur orkar at spæla fótbólt.

 

- Tíðin er komin at leggja gaggurnar á hillina. Skaðarnir, sum eg havi havt seinnu árini, hava sett síni spor, sigur Nemanja Vidic.

 

Nemanja Vidic er best kendur sum miðverji hjá Manchester United, efrir at hann kom til felagið í  2006. Hann vann ikki færri enn fimm meistaraheitið undir Sir Alex Ferguson, og eitt Champions League heitið.

 

Í 2014 skifti hann til Inter Milan, men hevur ongan dyst spælt hetta kappingarárið. Partarnir valdu tí at steðga samstarvinum.

 

Serbiski miðverjin spældi á Tórsvølli í 2010, tá Serbia vann 3-0. Nemanja Vidic náddi at spæla 65 landsdystir.