Skaale og Bill í Leikalund

Sjúrður Skaale, Bill Justinussen og Rúni Rasmussen fara í kvøld kl. 20 at kjakast um átrúnað og politikk í sambandi við, at nýggja essay-savnið ?Krossvegir? verður lagt fram Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyska politikki?

Hesum spurningar verður tikin til viðgerðar í Leikalund í Klaksvík í kvøld kl. 20, tá bóka- og kjaktiltak er á skránni.

Eftir at Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen, sum hava staðið fyri nýggja essay-savninum ?Krossvegir?, hava sagt nøkur orð um bókina, fara teir tríggir Bill Justinussen, Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen at kjakast um viðurskiftini millum átrúnað og politikk í Føroyum.

Sjúrður og Rúni eru báðir samfelagsfrøðingar og eru millum teir fimtan høvundarnir í nýggja essay-savninum, meðan Bill Justinussen situr á tingi fyri Miðflokkin.

Umframt bókaframløgu og kjak fer fløguaktuelli Uni Arge at spæla nøkur løg frá nýggju fløguni ?Mitt í sjónum?.