Tað var hin 25. februar í ár, at garnaskipið Ågot fekk ein stóran skaða, meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík við dýrari last av frystum fiski.
Skaðin stóðst, tá stóra nótaskipið Slættaberg rendi bulbustevnið inn í stýriborðssíðu á Ågot og meiðslaði skipið so illa, at ivasamt var, um garnaskipið yvirhøvur fór at verða umvælt.
Eitt stórt arbeiði varð gjørt fyri at halda skipinum á floti. Skipið lak rættiliga illa, men tað eydnaðist at tetta skipið, soleiðis at tað kundi loysast frá bryggju og takast upp á beding í Klaksvík.
10 miljónir krónur
Seinastu tíðina hevur Ågot staðið á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, sum hevur fingið til uppgávu at gera stóra umvælingararbeiði.
Fleiri stálplatur í skrokkinum eru skiftar, men tað, sum higartil er gjørt, er bara ein lítil partur av samlaða skaðanum.
Eyðstein Poulsen, reiðari, sigur, at enn er skaðin ikki endaliga uppgjørdur, men hann roknar við, at talan verður um einar 10 miljónir krónur ella so.
- Tað er avgjørt ein óynskilig støða hjá okkum at umsita ein so stóran skaða heldur enn at vera úti á fiskifeltinum og fiska. Umframt at skipsskrokkurin fekk stóran skaða, knústi stoyturin, sum Slættaberg elvdi til, eisini frystaríið, har bæði kompressarar og rørskipan til frystingina fórust illa, sigur hann.
Einki virksemi
Eyðstein Poulsen vísir á, at nú Ågot er á beding og neyvan verður liðugur fyrr enn um ólasvøkutíð, hava teir einki skip, sum kann reka vinnu fyri felagið, meðan Ågot verður umvæld, og tað er ein fíggjarligur missur fyri reiðaríið.
- Vit royndu einar tríggjar ella fýra ymiskar møguleikar, men tað eydnaðist okkum ikki at leiga eitt skip eftir slíkum treytum, at tað kundi loysa seg. Tí noyðast vit nú at bíða, til Ågot verður liðug á skipasmiðjuni.
Manningin tryggjað
Reiðarin vísir á, at reiðaríið hevði eina góða inntøkutapstrygging, sum tryggjar manningina, men eingin trygging er fyri inntøkutap hjá reiðarínum sjálvum.
- Vit høvdu raskar menn við Ågot, og onkur teirra hevur fingið aðra hýru, meðan bíðað verður, men tað merkir kortini ikki, at teir missa sína inntøkutapstrygging, sum liggur um einar 900 krónur um dagin, sigur Eyðstein Poulsen.