Skaðin á Emma Maersk ein gáta

Í dag ella í morgin fara serfrøðingar niður í kjølin á bingjuskipinum Emma Maersk at kanna, hví ein síðuskrúva loysnaði og skræddi hol á skrokkin, so nógvur sjógvur kom í skipið.

Sambært donskum fjølmiðlum er tað ein gáta, hví sjógvur eisini kom í maskinrúmið. Eitt er, at sjógvur kom í tað rúmið, sum síðuskrúvan er í, men hjá Maersk Line skilja tey ikki rættiliga, hví sjógvur kom í maskinrúmið eisini. Ein frágreiðing kann vera, at nakrar plátur, sum eru millum skrúvurúmið og maskinrúmið, hava givið seg, tá sjógvur kom í skrúvurúmið. Hesin tankin hevur gjørt, at reiðaríið hevur givið boð um at kanna hesar pláturnar umborð á teimum sjey systurskipunum hjá Emmu Maersk, skrivar Shipping Watch.

Óhappið umborð á Emma Maersk hendi, tá skipið var í teirri norðaru innsiglingini til Suez-veitina, og nú er skipið togað til Palermo í Italia, har tað skal kannast. Millum annað skulu umboð fyri skrúvuverksmiðjuna Rolls-Royce og amerikanska klassan American Bureau of Shipping meta um skaðan. Tann skadda síðuskrúvan skal takast av skipinum og kannast, tí tey sjey systirskipini hava hesar somu skrúvurnar.

Michael Christian Storgaard hjá Maersk Line sigur við Shipping Watch, at væntandi fer tað at taka einar tveir til fýra mánaðir, áðrenn Emma Maersk kann fara aftur í sigling.