Nú verða 15 ymisk sløg kostískoyti og vitaminum tikin av hillunum og av internetinum og tað er tí, at tað er ov nógv av evnininum, piperin í teimum. Vitaminurnar og kostískoyti, sum ávarað verður ímóti, eru:
Active Legs TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 10/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 04/2023
Active Liver TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 06/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 06/2023
B-energy TM
Nettoinnihald: 180 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 04/2022
Deep Breath TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 10/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dat fram til 04/2023
Easy Digest TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 08/2022
Free To Move TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 02/2023
Gurkemeje
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Magnesium Malate TM
Nettoinnihald: 90 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 09/2022
Nettoinnihald: 270 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 02/2023
Multivitamin
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 02/2021
Nail strong TM
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 03/2023
Hair Vol plus Nail Strong TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 09/2022
Prosta Vital TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 04/2023
Seaweed Diet TM
Nettoinnihald: 90 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 08/2022
Skin Care Perfect Tan TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Nettoinnihald: 180 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Kosttilskuddet Tranebærpillen
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 03/2023
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hetta er bæði selt í føroyskum handlum og á apotekinum, men tað er eisini selt á ymsum heimasíðum.
Orsøk til ávaringina er, at tað eru ímillum 4 og 20 mg av piperin í teirri nøgdini, sum tað verður mælt til at taka um dagin.
Samstundis vísir gransking á Fødevareinstituttet í Danmark, at tað er heilsuskaðiligt at taka meiri enn 1,75 mg av piparin um dagin, og fáa vit ov nógv av tí, kann tað elva til økt kolesterol í blóðinum og tað er heilsuskaðiligt.
Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tey, sum liggja inni við nøkrum av hesum vitaminum, ella kostískoyti, koyra tað í skrell, ella lata handlinum, haðani tað er keypt, aftur.