Ógvusliga vatnflóðin í Norra síðstu dagarnar hevur gjørt stóran materiellan skaða, og higartil eru komnar yvir 1.400 fráboðanir um skaðar av ymsum slagi.
Higartil vísa útrokningar, at skaðaendurgjaldið higartil er komið upp á 168 milliónir krónur, men væntandi fer tað at økja munandi næstu dagarnar.
Enn eru vit verri enn so komin ígjøgnum hetta, og fleiri staðni verður enn roknað við, at tað fer at fløða enn meira, sigur Sigmund Clementz frá tryggingarfelagnum, If.
Bara hetta eina tryggingarfelagið hevur fingið 250 fráboðanir um skaðar á sethús og privatar ognir, umframt at einar 30 skaðafráboðanir eru komnar frá fyritøkum og ídnaði.