Brann Bergen tapti í gjár 1-0 á útivølli móti Odds Ballklubb. Gestirnir úr Brann brúktu allar fimm útskiftingarnar, men skiftu ikki føroyska landsliðsspælaran inn.
- Eg stríðist við ein lítlan skaða í lærkrikanum, sigur Gilli Rólantsson úr Bergen.
Tvøramaðurin í Brann hevur verið settur í samband við eitt skifti til danska AGF. Tað skrivar Søren Sorgenfri, ið hevur ein blogg á heimasíðuni hjá veddingarfyritøkuni Nordicbet. Hann skrivar, at AGF og venjarin, David Nielsen, hava eitt gott eyga á Gilla Rólantsson, hvørs sáttmáli við Brann Bergen gongur út í summar. Tí kann hann skifta ókeypis. Søren Sorgenfri skrivar, at tað eisini er ein fyrimunur, at ein føroyskur landsliðsspælari eisini útloysir landsliðspengar.
Brann er í løtuni á fimta plássi og tað eru 11 pláss upp til oddaliðið Bodø/Glimt.











