Skaðar í óveðrinum

Nakað av skaðum stóðust av óveðrinum mikudagin. Men tað hevur ikki verið talan um nakran persónsskaða í nøkrum av førunum.
Bæði í Sørvági og á Langasandi varð Sløkki- og Bjargingarliðið boðsent at taka upp takplátur av húsum, sum vórðu farnar av vindinum.
Í Klaksvík var ein bingja flogin á ein bil á vestara keiøki. Bilurin fekk nakað av skaða.
Um middagsleitið feyk ein bilur útav vegnum við rundkoyringina í Kollafirði. Heldur ikki her var nakar persónsskaði.