Í kvøld verða tvær tær seinastu av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Real Madrid klárar akkurát at manna lið móti Atalanta, meðan Manchester City er stórfavorittur at vinna á Borussia Mönchengladbach og Champions League steypið.
Atalanta – Real Madrid (20.00)
Heimaliðið er í løtuni í góðum formi. Atalanta vann um vikuskiftið 4-2 á Napoli og liggur á fimta plássi í Seriu A. Hetta er bara aðru ferð, at italska liðið er í Champions League, men sjalvt um teir eru upp í móti søguríkasta felagnum í søguni, so eru teir ikki uttan kjans við sínum góða álopsspæli.
Gestirnir úr Madrid hava ringt við at manna lið. Hesa ferð er Karim Benzema eisini úti, so hann kann sita undir liðini á Sergio Gamos, Marcelo, Eder Militao, Dani Carvajal, Federico Valverde, Rodrygo og Eden Hazard, sum allir eru skaddir.
Atalanta: Gollini; Tolói, Romero, Djimsiti; Maehle, De Roon, Freuler, Gosens; Pessina, Iličić; Zapata
Real Madrid: Courtois; Vázquez, Varane, Nacho, Mendy; Kroos, Casemiro, Modrić; Asensio, Vinícius Junior, Díaz
Borussia Mönchengladbach – Manchester City (20.00)
Gestirnir úr Manchester City hava vunnið 18 teir seinastu dystirnir í øllum kappingum, og nú er Sergio Aguero eisini tøkur. Manchester City er favorittur at vinna kappingina, men tað hava teir eisini verið fyrr, men enn hevur ikki eydnast koma í finaluna. Manchester City er stórfavorittur at koma víðari.
Borussia Mönchengladbach er fyri fyrstu ferð í endaspælinum í Champions League. Liðið hevur ikki havt sítt besta kappingarár, men teir hava vunnið á bæði Bayern Munchen og Borussia Dortmund í ár. Dysturin verður spældur í Bukarest í Rumenia.
Gladbach: Lainer, Ginter, Elvedi, Bensebaini; Kramer, Neuhaus; Wolf, Stindl, Hofmann; Pléa
Manchester City: Ederson; Walker, Dias, Stones, Cancelo; Rodri; Sterling, De Bruyne, Gündoğan, Foden; Jesus











