Í Sosialinum hósdagin 12. januar 1989 sigur sigur Sune Joensen, stjóri á Føroya Brunatrygging, at talið av skaðum eftir jólaódnina 21. og 22. desember í 1988 er komið upp um 2000. Hann vísir á, at fyribils metingin um at skaðarnir fara at kosta 50 milliónir, als ikki fer at halda. Hann roknar við at talið verður nógv hægri.
Blaðið skrivar eisini, at ruddingin av viðarlundunum er byrjað. Viðarlundirnar í Havn, Hoydølum, Selatrað og Kunoy hava fingið sera stóran skaða. Landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, metir at tað eru átta ársverk hjá vonum fólki at rudda, umvæla og planta afturíaftur.