Skaðar fyri miljónir í Skálavík

- Mastrarnir á bátunum stinga upp úr sjónum, og fyrr enn vit veruliga hava sæð bátarnar, sum liggja við havsins botn, er ilt at siga, hvussu samlaða støðan er, sigur Eyðstein Dalsgaard, sum metir, at skaðarnir á bátar og bygningar í Skálavík snúgva seg um miljónir

Uppgangur Eyðstein Dalsgaard er millum menninar, sum átti bát á havnalagnum í Skálavík, nú herviligur uppgangur var hóskvøldið og fríggjanáttina. - Mín bátur stóð uppi á landi, væl skoraður og væl surraður. Eitt áttamannafar stóð eisini um hesar leiðir, eisini væl skorað og surrað. Í morgun liggja hesir báðir báðir bátarnir slongdir einar 20 metrar ovari, niðan ímóti spælhúsinum. Eyðstein sigur, at báðir bátarnir hava fingið skaða, men tá ið vit tosaðu við hann í morgun, var ikki greitt, hvussu stórir hesir skaðarnir eru. Bátar til botns Men var illa vorðið uppi á landi í Skálavík hóskvøldið, stóð uppaftur verri til í hylinum, har bátar fyri miljónir nú liggja við havsins botn. Skálvíkingurin sigur, at einir tríggir glastrevjabátar eru farnir til botns, og millum hesar er útróðrarbáturin Grindafossur, sum er einar 40 føtur til longdar. - Aftrat Grindafossi, liggur eisini ein AWI 27 bátur og ein annar glastrevjabátur við botnin. Klokkan 10 í morgun skuldu menn, sum eiga bátarnar í Skálavík og aðrir, fara oman at kanna umstøðurnar. - Enn er trýst í sjónum, og nógv skúm og ringt sýni er í hylinum. Mastrarnir á bátunum stinga upp úr sjónum, og fyrr enn vit veruliga hava sæð bátarnar, er ilt at siga, hvussu støðan er. Eyðstein sigur, at einir sjey bátar liggja við havsins botn og ein føroyskt bygdur bátur, sum fleiri ferðir hevur verið uppi á landi, flýtur enn. Miljónaskaði - Aftrat føroyska bátinum, sum hevur ferðast oman og niðan í briminum, flýtur bert ein annar bátur í hylinum. Hetta er ein umleið 12 tons stórur danskt bygdur eikbátur hjá Oddvald Sømark. At síggja til, er hesin báturin sloppin undan stórvegis skaðum. Skálvíkingurin sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu stórt endaliga talið av bátum er, sum hava fingið skaða, og hvussu stórir og umfatandi skaðarnir eru. - Onkur bátur stóð eisini eystanfyri handilin á Mølini. Har eru skorurnar eisini farnar undan, og bátarnir liggja á liðini. Tí er ilt at meta um í løtuni, hvussu stórir samlaðu skaðarnir eru, men lítið er at ivast í, at talan er um skaðar fyri miljónir. Eyðstein vísir á, at bara ein bátur sum Grindafossur man í minsta lagi standa í hálvari aðru miljón krónum. Aðrir skaðar Tað eru ikki bara bátarnir í Skálavík, sum hava fingið skaða í herviliga uppganginum, sum helst er ein tann ringasti, ið menn í bygdini vita um at siga. - Ein stórur partur av gamla kirkjugarðinum er eisini skolaður burtur. Hetta er ein sterkur og dupult lagaður garður, sum hevur staðið í mong harrans ár. Eyðstein sigur, at onkuntíð áður hevur kirkjugarðurin fingið smærri skaðar í uppgangi, men teir skaðar, ið menn vita um, kunnu ikki samanberast við skaðan, sum kirkjugarðurin hevur fingið hesferð, nú ein triðingur av garðinum er skolaður burtur. - Grót er skolað heilt heim til gamla handilin á Mølini. Rúsan var í kjallaranum í handlinum, og har standa bara hillarnar eftir. Bæði stálhurðin og træhurðin eru soraðar inn, og at kalla alt er skolað burtur, sigur hann. Fiskahúsið í bygdini hevur eisini fingið skaða. Endin er rivin úr húsinum, og partur av tekjuni er rivin. Eyðstein Dalsgaard setir sær spurningin, hvussu ringt skilið hevði verið í Skálavík, um einki grótkast og eingin brimgarður var. - Hugsandi er, at øll Mølin hevði verið skolað burtur, leggur hann aftrat, sigur skálvíkingurin.