Skaðar arga aftur

Todi Jónsson, sum ætlandi skuldi verða partur av FCK-hópinum, nú liðið skal spæla móti Rosenborg í Royal League.
Hetta varð tó av ongum. Sum ikki einaferð, so er lærkrikin hjá Toda nú aftur farin at arga, men talan er helst ikki um nakað álvarsmál kortini. Fyri ikki at taka nakrar óneyðugar kjansir, hava Todi og læknarnir í FCK í felag tó gjørt av, at føroyski álopsspælarin ikki skuldi við á ferðini til Trondheim.
Á heimasíðu sínari sigur Todi, at tað harmar hann almikið, at hann ikki fær verið við, nú boð vóru eftir honum, men at tað ikki er so nógv, sum hann fær gjørt við hetta.
Skal FCK hava nakran møguleika at koma víðari í Royal Leauge, er neyðugt hjá teimum við trimum stigum í Trondheim. Dysturin verður spældur fríggjakvøldið, og kann síggjast á Kanal5.