Skúvoy
Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, hevur vegna bygdarráðið aftur vent sær til myndugleikarnar við skrivi, har heitt verður á politisku flokkarnar um at seta pening av til um-og útbygging av havnalagnum í Skúvoy.
Í brævi til flokkarnar á tingi, fíggjarnevnd løgtingsins og til løgtingslimirnar í Sandoyar valdømi heitir bygdarráðið á partarnar um at virka fyri, at verkætlanin í Skúvoy kann setast í verk í komandi fíggjarári.
- Íløgan, sum um-og útbyggingin kostar, hevði loyst allar trupulleikarnar við havnaviðurskiftunum í Skúvoy, sigur borgarstjórin í brævinum og áheitanini.
Víst verður á, at sambært Landsverki og Landsbyggifelagnum verður kostnaðurin av um-og nýbygdum havnalagi í Skúvoy 30 mió krónur, og tá er møguligur meirkostnaður íroknaður.
- Kanningar eru gjørdar hjá Dansk Hydraulisk Institut, og verkætlanin varð liðugt projekterað og klár til útbjóðan longu í desember 2005, sigur borgarstjórin í skrivinum.
Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Skúvoyar kommuna vendir sær til myndugleikarnar við umbøn um, at projekteraða havnaútbyggingin verður framd.
Í juni mánaða í fjør sendi kommunan eisini eitt skriv til Vinnumálaráðið við avriti til løgtingsumboðini í Sandoyar valdømi.
Í skrivinum fegnast bygdarráðið um uppskotið hjá Landsverki, tí ætlanin eitt nú fer at gera tað møguligt hjá skipum sum Teistanum at leggja at í oynni.
- Vit fegnast um, at allir flokkar á løgtingi siga seg ynskja at varðveita smáu bygdirnar á útoyggj, sum partur av samfelagnum.
Í skrivinum verður víst á, at fíggjarorkan hjá kommununi er lítil, og tí er neyðugt, at landskassin ber allan kostnaðin av verkætlanini.
Tað eydnaðist ikki skúvoyingum at fáa myndugleikarnar at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2006 og nú fíggjarætlanin fyri 2007 verður fyrireikað, bendir nógv á, at skúvoyingar heldur ikki fáa síni ynski eftirlíkað hesaferð.
Men livst, so spyrst.
Sum borgarstjóri brennur Jóhan Hentze fyri ætlanunum við um-og nýbygging av havnalagnum í Skúvoy, sum hann sigur er ein neyðugt og avgerandi fyritreyt fyri trivnaði og menning í oynni.
- Hetta er ein kostnaðarmikil verkætlan, men vit í bygdarráðnum ivast onga løtu í, at hon er pengarnar verd, sigur hann.
Verkætlanin, sum er so avgerandi fyri skúvoyingar, liggur sum sagt púra klár at fremja.
- Hetta hava vit fleiri ferðir fingið váttað frá Landsverki. Tí vóna vit nú, at politisku myndugleikarnir seta havnabyggingina í Skúvoy á komandi fíggjarlóg, sigur borgarstjórin í Skúvoy, Jóhan Hentze.










