Í gjár greiddi Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, frá ætlanum um nakrar umskipanir á oyggjaleiðum. Sum hann hevur biðið um eykajáttan til. Hetta hevur millum annað við sær, at Ritan skal nýtast út í Fugloy og Svínoy, og Ternan skal nýtast til sigling til Nólsoynna.
Samstundis er ætlanin at fara í gongd við eitt nýtt skip til Nólsoynna, so Ternan verður ein fyribilsloysn.
Tað, sum Jóhan Dahl ikki nevndi, er støðan hjá skúvoyingum. Ritan hevur nevniliga gjørt farmatúrar í oynna regluliga, og spurningurin er, hvussu verður, nú Ritan fer í Norðoyggjar at sigla.
- Eg havi givið Strandferðsluni greið boð, at tey skulu finna eina loysn til Skúvoynna, sum syrgir fyri, at skúvoyingar ikki fáa eina verri tænastu enn í dag, sigur Jóhan Dahl við portalin.
Hann leggur afturat, at hann ikki er greiðir yvir, hvør loysnin verður, men at hon skal vera klár til nýtslu, um og tá hinar broyitingarnar verða gjørdar.