Skúvoyingar missa havnina

Íløguraðfestingin, sum Javnaðarflokkurin hevur kravt, hevur millum annað kostað skúvoyingum havnina, ið teir hava bíðað eftir í fleiri ár Alt hevur sín prís. Ofta ein størri prís fyri útoyggjar enn hini. Tað mugu skúvoyingar sanna, nú nýggja havnabyggingin í oynni enn einaferð er útsett.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, kundi í tíðindunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum avdúka, at millum tær íløgurnar, ið nú eru lagdar á ís, og sum skulu spara 50 milliónir krónur á kontuni til asfalt og betong, er nýggja havnin í Skúvoy.

Aðrar íløgur, ið eisini eru lagdar á ís, eru vegurin omanfyri Runavík, ið onga politiska viðgerð hevði fingið, men sum fíggjarnevnd løgtingsins hevði stungið út í kortið, og byrgingin um Haraldssund.

Millum tær íløgur, ið ikki verða ávirkaðar av sparingunum, eru tunnilin norður um Fjall, brúgvin um Streymin og vegurin omanfyri Skálabotn. Tær verkætlanirnar verða ikki raktar av sparingunum, staðfesti Annika Olsen fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum.