Skóti 98/99 úkomin

Vanliga árbók skótanna er júst útgivin, og hon verður í hesum døgum latin øllum skótum í Føroyum ókeypis. Bókin telur 128 síður, og á hesum síðunum finnist millum annað álmanakki fyri skótaárið 1998/99, bústaðarlisti fyri ábyrgdarleiðarar, ymisk hugskot og vegleiðing í sambandi við skótavirksemi, tímatalva og landsskráin hjá teimum føroysku skótunum.

Bókin er gjørd í einari sovornari stødd, at hon kann vera í lummanum hjá tí einstaka skótanum. Hetta hevur nógv at siga, tá ið talan er um eina lummabók í orðsins rætta týdningi.Tað er Kári Olsen, skótaráðgevi, ið hevur lagt bókina til rættis. Prentingini hevur P/F Einars Prent tikið sær av, og tað er Eyðfinnur Jacobsen, bókbindari, ið hevur bundið bókina inn.