Skótarnir við Løkin fáa nýtt skótahús

Á grækarismessu, sum er í morgin, 12. mars, verður ein byggiætlan um nýtt skótahús alment avdúkað í Runavíkar kommunu KFUM-skótarnir við Løkin í Runavík hava ognað sær eitt 1.867 fermetra stórt øki, har ætlanin eisini er at byggja skótahús, sum verður einar 500 fermetrar stórt.

Grundøkið liggur tætt við barnagarðin og heimið fyri Minnisveik í Runavík, og skótarnir eru samdir um, at økið er sera væl egnað til skótavirksemi.

Ætlanin um nýggja skótahúsið verður avdúkað eftir røðuna, sum Frits Johannesen fer at halda á grækarismessuhaldinum í Runavík í morgin.

Eftir haldið fer skrúðgonga við skótum, foreldrum, politikarum og øðrum áhugaðum út á økið, har húsið skal byggjast.

Tá verður spakin settur í, og verkæltanin verður almannakunngjørd á einum stórum skelti.

Skótarnir hava ikki havt góðar umstøður seinnu árini, men nú verða so tøk tikin um allan Skálafjørðin at fáa nýtt hús upp at standa í Runavík.

Í samband við hátíðarhaldið hava skótarnir bjóðað landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvani á Lakjuni, Hans J. Lamhauge, borgarstjóra og býráðspolitikkarum við til at hátíðarhalda dagin saman við skótum, foreldrum og øðrum áhugaðum.

Gongst, sum KFUM-skótarnir við Løkin ætla, stendur nýtt skótahús liðugt í Runavík um eitt ár ella so.