Hesin serstaki dagurin hjá skótunum verður eisini nevndur Hugsunardagurin.
Á enskum máli verður hann nevndur Thinking Day ella World Friendship Day. Og tað kemur ikki av ongum.
- Henda dagin hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heimin, sigur Føroya Skótaráð.
Hesin felagsskapurin umboðar skótarnar hjá Frelsunarherinum, skótarnar hjá KFUM, skótarnar hjá KFUM og Føroya Skótasamband.
Ein slíkan dag hava skótarnir eisini møguleika at senda øðrum skótum - og øðrum ikki-skótum - eitt Hugunardagskort við eini skótaheilsan.
Í Føroyum verða haraftrat skipaðar gudstænastur í kvøld kl. 19 í fimm kirkjum - í Havnar kirkju, Christianskirkjuni, Leirvíkar kirkju, Kollfjarðar kirkju og í Skálavíkar kirkju.
Hesar serstøku skótagudstænasturnar verða hildnar til minnis um stovnararnar av skótarørsluni, hjúnini Baden-Powell ið bæði høvdu føðingardag henda dagin.