Fríggjadagin fekk skótaliðið Royndin í Vági vitjan úr Grønlandi. Tað var barnaheimið í Uummannaq, har Ann Andreasen er leiðari, ið vitjaði.
Tá skótahjálp var herfyri, so megnaðu tey í Royndini at leggja seg á odda sum innsavnarar, og peningur frá skótahjálpini fór til barnaheimið í Uummannaq. Fríggjadagin komu tey úr Uummannaq so at heilsa uppá skótarnar í Royndini, og tey framførdu og greiddu frá.
Tey ungu av barnaheiminum vóru millum 13 og 19 ár. Tey høvdu ymiskt við, ið tey høvu tilevnað, og í grønlendskum búnum sungu og dansaðu tey og søgdu søgur úr gerandisdegnum.
Ann andreassen greiddi frá, at hetta at ferðast er liður í at vísa børnunum, hvussu onnur hava tað og læra tey um umheimin.
Myndir: Dagfinn Olsen/Marita Vestergaard í Lágabø