Stuðulin frá Skótahjálpini í ár varð latin ADHD-felagnum og OM Føroyar.
Stuðulin varð handaður á fundi hjá úlvunum í KFUM í gjár, har Dánjal av Rana og Bjørg Dam fingu frá ávíkavist OM Føroyar og ADHD felagnum fingu kekk handaðan frá Símun Michael Sørensen frá Skótahjálpini.
ADHD-felagið fer, at nýta stuðulin til sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung við ADHD og ADD. Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er, at børn kunna hitta onnur børn við somu avbjóðingum, at tey læra um sítt ADHD/ADD við at seta á orð á avbjóðingar og loysnir. Eisini minka um kensluna av at verða øðrvísi og einsemi. Síðuvinningurin er, at foreldrini hitta onnur foreldur samstundis.
Stuðulin til OM Føroyar fer til frítíðarskúlar, sum OM rekur í Moldova. Børn úr serstakliga fátækum familjum fara til frítíðarskúlarnar eftir skúlatíð. Har fáa tey eina heita máltíð, hjálp við skúlatingum og hoyra gleðiboðskapin gjøgnum bíbliutímar og onnur tiltøk. 21,9% av fólkinum í Moldova liva í ekstremum fátækradømi. Hjá nøkrum av børnunum er hetta einasta heita máltíðið tey fáa. Eini 400 børn eru knýtt at frítíðarskúlunum.
ADHD-felagið og OM Føroyar fingu hvør sær 60.000kr í stuðuli.
##med2##
##med3##