Skótahjálpin bankar aftur á dyrnar

Skótar kring landið fara nú aftur at bjóða seg til at hjálpa við ymsum fyrifallandi. Samsýningin fer óskerd til skótahjálpina


Skótahjálpin 20 ár

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hóast neyðin er stór um allan heimin, so fer skótahjálpin aftur í ár til verka í góðum treysti.
Skótahjálpin kann einans verða sum ein dropi í havinum, men tað ber ikki til bara at setast hendur í favn og spyrja »Hvat nyttar tað sindrið, sum Skótahjálpin er før fyri, tá ið hugsað verður um alla neyðina, sum leikar á um allan heim«.
 
Hóast henda kunnleika um ta neyð, ið leikar á um allan heim, fer Skótahjálpin til verka í títreysti, at øll hjálp er til bata.
 
Skótahjálpin veit eisini, at um tygum ikki taka undir við teimum tiltøkum, ið vit kunnuhjálpa tygum við, so verður eingin Skótahjálp. Tí takka vit tygum, sum taka ímóti okkara tilboði um at hjálpa tygum við einumhvørjum, hjartaliga fyri vælvildina.
 
Um eitthvørt er áfatt hjá tygum, so eru skótarnir fúsir at hjálpa tygum við tí. Tað ræður um, at skótin sleppur at gera eitthvørt, sum viðkomandi fær eina samsýning fyri.
Endamálið er, at frísk børn hjálpa sjúkum børnum. Tað eru frísk og ferðug børn, ið vilja stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum og annars illa støddumbørnum og ungum - bæði her á landi og úti í heimi.