Skótafundir byrja aftur mánakvøldið

Allir smáskótar, skótar og leiðarar møta klokkan19. Eisini tey, sum ikki hava verið skótar eru vælkomin við til skótarnar, siga KFUM OG K skótarnir í Klaksvík

Tey siga, at sum skóti upplivir tú nógv spennandi, læruríkt og gott. - Tú fært góðar vinir, kemur til aðrar bygdir og lærir at brúka tíni evni. Vit hava eisini brúk fyri góðum leiðarum, so um tú vil hjálpa okkum og vera við í leiðara-bólkinum, so kanst tú eisini koma á fund komandi mánakvøld. Tann 1. september byrja vit so við regligum fundum, kl.17,30 møta smáskótar 7-8 ára gomul, kl.19 møta tey 9-10 ára gomlu. Týsdagin 2. september møta miðskótar 11-14 ára gomul kl.19. Ungdómsskótar møta eitt kvøld, sum passar best til tey, siga tey úr Klaksvík, sum ynskja øllum vælkomnum á skótafund.