Skótaárbókin komin

Føroya Skótaráð hevur aftur í ár útgivið skótaárbókina »Skóti«, sum verður latin ókeypis til allar skótar í Føroyum.
Hesuferð telur útgávan 192 blaðsíður. Dagføring er gjørd av álmannakkanum, skránni hjá samskiparunum, adressulistanum, og eisini eru fleiri aðrar síður í bókini. Talan er um nýggjar hugskotssíður og eftir ynski eru eisini fleiri sangir við í hesi útgávuni.
Bókin er úkomin í 2000 eintøkum. Kári Olsen hevur lagt bókina til rættis. Filmir eru gjørdir hjá Hestprent, meðan prenting og bókabinding er gjørt hjá Einars Prent.