Skósølan selur damuskógvar, harraskógvar og barnaskógvar eins og ítróttarskógvar og gummistivlar til allar aldursbólkar. Millum tey ymisku merkini sum Skósølan selur eru t.d.: Marco Tozzi, Caprice, Relaxshoe, Zoo York, Marc Ecko, Skechers, Josef Seibel og Mizuno. Eisini selur Skósølan vetrarjakkar frá Highroad.
Skósølan við Gøtugjógv er ein rættiliga gomul fyritøka. Tað var gøtumaðurin Jákup Hansen, ið byrjaði fyri seg sjálvan sum skómakari við Gøtugjógv í 1937. Umframt at umvæla skógvar byrjaði Jákup í 1947 eisini at selja skógvar og læt upp ein skógvahandil við Gøtugjógv.
Terje Hansen, sum hevur rikið skósøluna síðan 1994, sigur, at handilin liggur væl fyri við landsvegin, og at tey hava ikki einans kundar úr Eysturoynni og úr Norðoyggjum, men eisini úr høvuðsstaðnum. Hann leggur seg eftir at hava eitt stórt úrval av skóm í nýggjasta móta og til rættan prís.










