Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er júst komin aftur av Føroyabanka, har teir hava gjørt váryvirlitstrolingar. Teir byrjaðu túrin í síðstu viku, men noyddust at koma undir land at kroka fyri illveður eftir stutta roynd beint fyri seinasta vikuskiftið.
Magnus Heinason fór útaftur sunnudagin, og síðan hava teir aftur gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka teir seinastu dagarnar. Sagt verður, at samlaða talið av toski gjørdist 161, og eisini fingu teir nøkur tons av hýsu. Tað er nógv lív í á Bankanum, verður sagt.
In.fo fer seinni at venda aftur til túrin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka.
Í morgun varð toskur av Bankanum skorin í hølum á Hotel Føroyum, og tað eru haðani, viðheftu myndir eru. Johan Mortensen, íbirtari, tók myndirnar fyri okkum. Hetta er ein serstøk løta, og eisini í morgun var áhugin fyri toskinum av Føroyabanka stórur.










