Fýra skíðrennarar doyðu í einum skalvalopi nærhendis tí væl umtókta vetrarbýnum Val d´Isère í teimum fronsku Alpunum í dag.
Fronsku myndugleikarnir siga, at talan var um tveir fransmenn, ein breta og ein svia. Svenska Aftonbladet skrivar um svian, at tað er ein maður í 50´árunum.
Teir fýra menninir vóru saman við trimum øðrum skíðrennarum, men tað eydnaðist hinum trimum at sleppa undan sjálvum lopinum og at boða myndugleikunum frá.
Bjargingarfólk komu rættiliga skjótt fram á teir fýra, men allar royndir at fáa lív í teir miseydnaðust.










