Skúlin við Áir dagførdur

– Vit gleðast um, at umstøðurnar eru vorðnar munandi betri, og at skúlin nú er dagførdur, allur sum hann er, sigur Stig Elttør, leiðari á skúlanum

Í dag var móttøka á Skúlanum við Áir í sambandi við at triðja byggistig er gjørt liðugt. Umstøðurnar eru vorðnar munandi betri.


Yndisskúli

Stig Elttør bjóðaði vælkomin, tá ið hátíðarløta var í dag.

Síðani bar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, fram heilsan.

– Á Dugna verður hugt eftir, hvat tann einstaki dugir, og ikki eftir, hvat tann einstaki ikki dugir. Eg eri so glað um, at nógv hava fingið sína útbúgving á skúlanum og hava fingið víðari møguleikar í lívinum. Hetta er mín yndisskúli, segði Eyðgunn Samuelsen millum annað.

##med2##
##med3##
Jarðhiti

Jón O. Sólsker, leiðari á byggideildini á Landsverk, greiddi frá arbeiðinum, sum er gjørt við bygningin. Millum annað nevndi hann, at bygningurin hevur fingið eina jarðhitaskipan.

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, gleddist um, at karmarnir nú eru vorðnir betri á skúlanum hjá Dugna. Hon gleddist eisini um, at tey, ið ganga á skúlanum, fáa hjálp útbúgvingarliga ella á annan hátt at koma víðari í lívinum.

##med4##
##med5##
Byrjaði í prestagarði í Hvalvík

Mai-Britt Holm Andersen, fyrrverandi leiðarin á skúlanum, greiddi eitt sindur frá søguni hjá skúlanum.

– Tað var Karolina Petersen, ið stóð á odda fyri skúlanum í nógv ár. Skúlin byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík, har Karolina búði. Seinni flutti hann til Áirnar, segði Mai-Britt Holm Andersen.

Í nógv ár var tætt samstarv millum gomlu hvalastøðina við Áir og skúlan.  

Skúlin byrjaði í 1956.

##med6##
##med7##
Fýra milliónir krónur

Umbyggingarnar, ið eru gjørdar á skúlanum, hava tikið fleiri ár. Fyrst og næsta byggistig vórðu gjørd frá 2011 til 2013.

Triðja byggistig er gjørt í 2018 og 2019 og er nú liðugt.

Tað, ið er gjørt nú, er millum annað útluftingarskipan, tey bæði seinastu kømrini eru umvæld, nýggj vesi og nýtt vaskirúm eru gjørd, eitt nýtt flokshøli og eitt bólkahøli er komið afturat og allur bygningurin er brunatryggjaður.
Triðja byggistig kostaði fýra milliónir krónur at gera.

##med8##
##med9##

Pláss til 30 næmingar

Átta kømur eru á skúlanum, til næmingar at búgva á, umframt tvær stórar skúlastovur, ein bólkastova, køkur, uppihaldsrúm og skrivstovur.

Á skúlanum, sum bjóðar fólki, at taka 9. floksprógv sítt umaftur, einamest fyri at betra um tað, ella tí tey ongantíð hava staðið 9. flokk, ganga í dag 21 næmingar. Pláss er tó fyri 30 næmingum.

Umframt 9. flokk so er eisini ein fyrireikingarflokkur at taka 9. floksprógv. Millum annað ganga nakrir næmingar har, sum hava útlendskan uppruna. 

##med10##