Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, er ógvuliga fegin um, at stóra skúlaverkætlanin í Fuglafirði nú nærkast endanum. - Tað er fantastiskt at síggja, at skúlin nú byrjar at verða liðugur, og at vit veruliga síggja, hvussu stóra skúlaverkætlanin, sum vit bara kendu á tekniborðinum, nú sæst sum torg, ítróttarhøll, bókasavn, skúlastovur og arbeiðshøli av ymiskum slag, sigur borgarstjórin.
Fyri góðari viku síðan vísti Sonni á Horni okkum runt í nýggja skúlabygninginum, har nógvir mans vóru til arbeiðis. Her vóru timburmenn, elektrikarar og gólvmenn, sum allir høvdu nóg mikið at fara eftir, nú nógv er í gongd í senn. - Byggingin hevur gingið væl, og eg eri serstakliga væl nøgdur við tað arbeiði, sum higartil er gjørt, sigur borgarstjórin.
Av ymiskum orsøkum er verkætlanin nakað seinkað í mun til upprunaligu ætlaninar, men ætlanin er, at skúlaverkætlanin verður undir landi, tá komið er nakað út í 2021. Ymiskir partar av skúlanum verða tó alment avhendaðir longu í hesum árnum. Metti kostnaðurin av skúlaverkætlanini í Fuglafirði er stívliga 100 miljónir krónur.
Sonni á Horni leggur dent á, at skúlaumstøðurnar hava ikki verið tíðarhóskandi, men nú fær Fuglafjørður umstøður til skúlabørnini, sum øll í kommununi kunnu vera errin av. - Tað er eingin loyna, at skúlin er eitt av mínum hjartamálum, sigur borgarstjórin, sum týðiliga errin vísir okkum í hvønn atkomiligan krók í stóru skúlaverkætlanini.
##med2##
Fuglafjarðar kommuna hevur góð ansingartilboð og tað, sum barnafamiljur í fyrsta lagi spyrja eftir, er ansingartilboð og skúlaumstøður. - Tað er ein sjálvfylgja, at ein kommuna sum okkara hevur góð ansingartilboð og ein góðan skúla, sigur borgarstjórin.
Fuglafjørður hevði frammanundan ein skúla, sum var umleið 1000 fermetrar tilsamans, harav serliga gami skúlin var niðurslitin. - Nú fáa vit ein nýggjan og nútímans skúla, og saman við nýbyggingini verður samlaða fermetratalið í skúlaumhvørvinum umleið 3000 - ella tríggjar ferðir so stórt, sum tað hevur verið, sigur borgarstjórin.
Men, nýggi skúlin í Fuglafirði fær eisini ítróttarhøll, sum fer at geva næmingunum heilt aðrar umstøður enn tær, sum vóru í gamla skúlanum. - Vit fáa ítróttarhøll og nýtt og gott bókasavn, umframt allar aðrar nútímans umstøður, sum hoyra einum nýggjum skúla til, sigur Sonni á Horni, meðan vit spáka kring um í nýggja skúlabygninginum í Fuglafirði.
##med3##