Skúlin oyðilegði honum lívið

Eftir fimm ár við gjøgnumførdari happing í einum barnaskúla, sum Helgi Breiner kallar »helviti á jørð«, tók tað honum mong ár og nógv

stríð aftur at fáa álit á menniskju Fyri fyrstu ferð í sjey ár hevur Helgi Breiner verið aftur í Føroyum. Eitt

land, sum hann ikki hevði roknað við at sæð aftur. Tí hóast hann er

føroyingur, so hava minnini um happing og forfylging í føroyskum bygdaskúla

fylt so nógv, at tað hevur oyðilagt alt ov nógv í lívinum hjá honum.

- Mín søga um happing byrjaði í 1980. Foreldrini hjá mær fluttu til Gøtu og

eg byrjaði í øðrum flokki í Gøtu skúla, greiðir Helgi Breiner frá.

Tað sum skuldi vera ein flyting til eina friðarliga bygd var byrjanin til

eina ræðutíð. Eina ræðutíð, sum gav Helga Breiner so varðandi mein, at hann

ikki slapp burtur úr ótryggleikanum og fobiunum, fyrr enn hann hevði gingið

bæði á fobiskúla og verið hjá healara.

Helgi Breiner gleðist um, at happing er komið á breddan í føroyska fólkaskúlanum, og orsøkin til, at hann fortelur sína søgu, er ikki, at fólk skulu taka synd í honum, men heldur skilja, hvat happing ger við menniskju.

Burtursæð frá tí fyrstu tíðini, varð Helgi Breiner happaður alla tíðina, hann gekk í barnaskúlanum í Gøtu. Hetta var ein happing, sum til tíðir fekk karakter av forfylging.

- Skúlin var eitt satt kaos. Teir flestu lærararnir møttu sjáldan til tíðina, og tað var als ikki óvanligt, at lærararnir ikki komu til tíman, sigur Helgi Breiner.

Og tá eingir lærarar vóru, vóru tað teir sterkastu næmingarnir sum settu dagsskránna, og tað var sjálvdan stuttligt fyri teir veikastu. Sama skil var í fríkorterunum.

Longri samrøða við Helga Breiner í dagsins blað.