Beint fyri jól varð avgerð tikin um at innrætta ovaru hæddina á Heygabúðini til tríggjar skúlastovur. Afturat hesum eru eisini eitt minni serhøli, lærarastova, og vesi. Nýggju skúlahølini liggja høgliga beint við skúlan í ovaru hædd í Heygabúðini, sum kommunan nú leigar í sambandi við hølistørv Skúlans á Ziskatrøð.
Í sambandi við at hesi hølini vórðu liðugt innrættað, bjóðaði Skúlin á Ziskatrøð týsdagin til lítla móttøku, har næmingar, lærarar, borgarstjórin, mentanarnevndarformaðurin og umboð fyri Heygabúðina møttu.
Signar á Brúnni, skúlastjóri, og Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bóru fram stuttar heilsanir, áðrenn Heygabúðin bjóðaði frukt og vatn. Síðan var høvið at hyggja at hølunum, har 9. flokkarnir í Skúlanum á Ziskatrøð skulu halda til.