Skúlin er sveinastykkið hjá býráðnum

- Hetta er størsta einstaka verkætlanin hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð, og sum eg áður havi ført fram, so skerst tað ikki burtur, at sveinastykkið – bæði hjá mær persónliga og hinum í býráðsmeirilutanum – er hesin nýggi skúlin í Klaksvík, har hetta fyrsta byggistigið fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018.


Tað sigur Jóhann Lützen, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð, nú tað er greitt hvørji feløg høvdu lægstu boð tá 3. útbjóðingarumfar var til skúlan á Skúlatrøð.


Hóast nógv virksemi er í byggivinnuni í hesum døgum og nógvar verkætlanir harvið eru dýrari enn ætlað, so halda innkomnu tilboðini upp á skúlabyggingina seg innanfyri fíggjarkarmarnar hjá kommununi.


- Tilboðini uppá 3. útbjóðingarumfar á Skúlatrøð hildu seg innanfyri fíggjarkarmarnar, og tískil kunnu vit fegnast um, at allir partar av byggiskránni verða framdir, sigur Jóhann Lützen.


Klaksvíkar kommuna upplýsir, at 1. byggistigið í hesum umfari fevnir um skúlagarð millum Snjallubjallu og fyrrvernadi Ósáskúlan, skúlagarð vestan fyri fyrrverandi Skúlan á Ziskatrøð, heimaøki til 4. – 9. Flokk, serskúla, skúlabókasavn, amfitrappu við palli og felagshøll við tænastudepli og matarhøll.