Ein stórur partur av ungfólki í Danmark fáa onga útbúgving, og felagsnevnarin fyri nógv av teimum er, at teir eru dreingir. Meðan genturnar langt síðan hava inntikið útbúgvingarheimin, eru dreingirnir afturúrsigldir.
Teir fáa lægri karakterir, teir gevast í størri mun og nógvir av teimum fara ongantíð undir útbúgving.
Í løtuni fara nógvir teirra í størv sum ófaklærd arbeiðsmegi, har teir forvinna væl av peningi. Men tá konjunkturarnir venda, og virkini fara at koyra fólk til hús, verða teir illa fyri.
– Tað er paradoksalt, men góðu búskaparligu tíðirnar eru við til at halda dreingirnar burtur frá útbúgvingunum, sigur Uffe Tvede Hansen, leiðari í Ungdommens Uddannelsesvejledning
Sjælland Syd. Í Suðursælandi eru serliga nógvir dreingir, sum venda skúlanum bakið.
– Dreingirnir velja í størri mun vinnuskúlarnar, har fráfallið er stórt. Harumframt er tað sjálvforsterkandi. Tess longri burtur frá stóru býunum, tess færri fáa útbúgving. Og tá man
sær, at vinirnir heldur ikki útbúgva seg, er hugurin ikki so stór, sigur Uffe Tvede Hansen.
Allergi móti skúlanum
Málið hjá donsku stjórnini er, at 95 prosent av øllum ungfólki skulu hava eina miðnámsútbúgving í 2015. Harumframt skal helmingurin hava eina hægri útbúgving. Í dag fáa 18 prosent onga miðnámsútbúgving, og har er stórur munur á kynunum. 85 gentunum av gentunum og 79 prosent av
dreingjunum fáa eina miðnámsútbúgving. Á teimum hægru útbúgvingunum hava genturnar longu rokkið málinum: 54 prosent fáa eina hægri útbúgving, meðan talið hjá dreingjunum er 36 prosent.
Í summar blivu 17.000 dreingir og 27.000 gentur upptikin á útbúgvingarstovnunum kring landið, og
hetta fær alarmklokkurnar at ringja hjá Jakob Lange, leiðara á Den Koordinerede Tilmelding og Studieadministrationen við Københavns Universitet.
– Dreingirnir trívast verri longu í fólkaskúlanum, har nógvir fáa allergi móti talvum, kriti og bókum. Teir eru týðuliga í afturgongd á øllum útbúgvingarstovnum – sjálvt á verkfrøðisútbúgvingunum,
sigur hann.
Ikki brúk fyri ófaklærdum
Trupulleikin er, at tað verða fleiri ófaklærd, enn vit hava brúk fyri í framtíðini. Beint nú hava nógvir av dreingjunum lætt við at finna sær arbeiði, men tað kann venda skjótt, sigur Jakob Lange.
– Vandi er fyri, at teir ikki halda eitt heilt arbeiðslív. Teir klára tað, so leingi teir eru ungir og sterkir, men í summum vinnum er man gamal, tá man er 35. Tá fáa teir trupulleikar við rygginum og hava onga útbúgving at søkja sær nýtt starv út frá, sigur Jakob Lange, sum eisini vísir á, at samfelagið ikki brúkar gávurnar hjá dreingjunum optimalt.
– Tað er bara eitt at gera, um støðið skal lyftast í Danmark. Tað er at fáa fatur á dreingjunum. Undirvísingin skal skipast soleiðis, at hon talar til teirra, og teir veiku næmingarnir skulu nema sær vitan gjøgnum ágrýtnar lærarar, í staðin fyri sjálvir at lesa seg til hana, sigur Jakob Lange. Kelda: Kristeligt Dagblad og www.javnratt.fo.