Skúlin er ein lærustovnur – ikki ansingarstovnur

Tað er í grundini løgið, at sam­felagið als ikki setir krøv til børn, heim og foreldur, tá tos­að verð­ur um støðið í Fólka­skúl­a­num. Og nú Pisa-úr­sli­t­ið á triðja sinni vísir, hvussu illa tað stendur til, so er tað kanska í ein ávísan sum at rætta bakara fyri smið, um vit bara leggjast eft­ir lær­ar­um og skúlanum.

Hvørji krøv seta vit til heim­ini? Hvat halda foreldur skúl­an vera? Er skúlin ein lær­u­stovn­ur, ella er skúl­in ein ans­ing­ar­stovn­ur. Hetta er í grund­ini ein sera á­hug­a­­verd­ur spur­n­ingur, tí hetta hev­ur nak­að við ar­beiðs­um­støð­ur ­hjá bæði lær­ar­um og næm­ing­um at gera. Og hvussu eru um­støð­ur­nar hjá lær­ar­u­num at koma væl fyrireikaðir til ein eggj­andi undirvísingardag, júst so, sum teir hava ætlað?

Ein stórur trupulleiki er, at alt ov nógvir næmingar kom­a ó­fyr­i­reik­aðir í skúla - at teir ikki eru ment­alt klár­ir til skúl­an. Teir hava kanska ikki gjørt heima­ar­beiði, for­eldr­ini tosa kanska ikki við næm­ing­ar­nar um skúla og eggja teim­um til lærdóm.

Virðing­in fyri skúlanum, fyri øðr­um næm­ingum og fyri lær­ar­um og lær­dómi sum heild er held­ur ikki í ord­an. Sam­skifti mill­um næm­ing­ar og mill­um næm­ing­ar og lær­ar­ar er held­ur ikki al­tíð á ein­um hósk­andi støði, alt hetta darv­ar eini sunn­ari und­ir­vís­ing - sum við stuð­uli heim­an­í­f­rá kundi ver­ið so nógv betur og givið so nógv fræg­ari úrslit.

Er barnið ikki skúlaklárt, hví er tað so ikki trupulleikin hjá for­eldr­um held­ur enn hjá skúl­a­num og øllum hinum næm­ing­u­num? Her skuldi skúl­in sett for­eldr­u­num krøv - tað kundi verið upp­gáv­an hjá for­­­­eldr­­unum at fing­ið við­ur­skift­ini hjá barn­inum ­í ord­an – um tey so sjálv skulu møta í skúlanum, tí eitt slíkt barn oyðileggur so nógv fyri øll hini børnini - og á­byrgdin verður ikki plas­er­að á rætta stað – skúlin stend­ur í mong­um før­um hjálp­ar­leys­ur, og so kann í versta føri øll skúlagongdin hjá ein­um heilum flokki fara fyri skeyt­ið.

Ikki bara tí, at ringar tíð­ir eru - men í heila tikið, so eiga heim og for­eld­ur at taka størri á­byrgd av skúl­a­gongd­ini og menn­ing­ini hjá barninum. Tað er teirra skylda. Er tann skyldan og tann ábyrgdin plas­er­að, tást­ani eiga for­eld­ur at kunna krevja sín rætt frá skúla og lærarum.