Føroyski skúlin rúmar ikki ta vitan og teir førleikar, sum børn - og serliga dreingir - hava. Hetta sigur ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni í tíðargrein í Sosialinum í kvøld Birgir Kruse lýsir ungdómin, sum ikki er bókliga áhugaður, men veit alt um teldutøkar miðlar, og dugir væl at skifta orð um telduspøl og film.
- Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts. Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap, staðfestir Birgir Kruse og heldur fram:
Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika.
At øll hendan nýggja vitanin er heimleys í skúlanum vísir, sambært skribentinum, at skúlin ikki er innrættaður til vitanarsamfelagið, men framvegis er ein partur av og ein stuðul undir gomlu stættarskipanini.
Sannleikin er at hesi ungu eru millum tey fáu, ið vísa vegin til vitanarsamfelagið. Men tey eru marginaliseraði í okkara samfelag og ungdómurin, ið skapar framtíðina, er ikki tikin við uppá ráð, ella sum ritstjórin eisini orðar tað: Tað ungdómliga fræðið, ið fær vitanarsamfelagið at næla, er fallið í gaddajørð.
Les alla greinina í Sosialinum.