Útbyggingin av miðnámsskúlanum á Kambsdali er um at verða liðug, men nú skal løgtingið játtað meira pengar til skúlan fyri at styrkja brunatrygdina.
Í eykajáttanarlógini fyri september, sum er til viðgerðar í løgtinginum í dag, verður biðið um 230.000 krónur afturat til Miðnámsskúlan á Kambsdali.
- Nú verkætlanin er um at vera liðug, so hevur skúlin í samráð við Landsverk hugt eftir brunaviðurskiftunum hjá skúlanum sum heild. Niðurstøðan er, at tørvur er á einari eldávaringarskipan fyri at betra um trygdina. Kostnaðurin at gera arbeiðið er mettur til 230.000 kr., ið søkt verður um eykajáttan til, stendur at lesa í viðmerkingunum til uppskotið.










