Tey menningartarnaðu í Føroyum eru við sviðusoð á nógvum økjum. Lógir og reglugerðir á økjunum eru avoldaðar, og stovnar húsast í óegnaðum, niðurslitnum bygningum. Sosialurin fer í dag undir viðgerð av vánaligu umstøðunum á nøkrum av hesum bygningum
Landsverk hevur ábyrgd fyri øðrum enn at viðlíkahalda tunlar og vegir. Stovnurin hevur eisini ábyrgd fyri viðlíkahaldi av øllum almennum bygningum, herundir eisini stovnar og skúlar fyri menningartarnaði.
Ein av hesum bygningum er Skúlin á Trøðni, sum var bygdur í 1976. Hann var bygdur til endamálið og var tá mettur av donskum serfrøðingum at vera millum teir best egnaðu í landinum til børn við serligum tørvi.
Í dag eru tríggir stovnar kroystir inn í skúlan, og viðlíkahaldið kann ikki hava verið raðfest serliga høgt. Tað lekur og gísur, og svampur er sjónligur á fleiri veggum og loftum. Í fimleikarahøllini stendur viðlíkahald í hálvum gekki og glasull er løtt at pilka út, um okkurt óvitandi barn hevur hug til tað. Flestu rúm lukta eisini av fukti.
Men tann syrgiligasta sjónin inni í skúlanum er svimjihylurin. Í februar 2005 varð hann stongdur, tí pumpiverkið var farið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan stongdi, og Landsverk hevði ábyrgd at seta í stand. Men í dag, trý ár seinni, stendur lítlí svimjihylurin enn sum eitt skitið byggipláss.
Á støvuta gólvinum liggja illa farnar arkitekttekningar av svimjihylinum og ætlaðu umvælingum; við endan av rúminum standa stórar hitapumpir innpakkaðar í plastikk.
Foreldur hjá næmingum á skúlanum eru so ørkymlað, at tey ikki vita sær onnur ráð enn at venda sær til fjølmiðlarnar. Tí leiðslan sigur seg ikki fáa gjørt annað enn at heita á Landsverk, og frá Landsverk fáa tey at vita at gongd er í málinum, men púrt einki hendir, og eingi konkret lyfti eru um bata.
Forkvinnan í skúlastýrinum, Nena Thomsen, eigur dóttir, sum gongur á skúlanum, og Ester og Hallur Thomsen, eiga son, sum gongur á skúlanum. Manglandi viðlíkahald og ein óbrúkiligur svimjihylur eru tey økini, sum hava fingið bikarið at flóta yvir.
Serligan tørv á vatni
Fleiri av børnunum á Skúlanum á Trøðni hava serligan tørv á svimjihyli. Hesi børn kunnu ikki renna og spæla sum onnur, og svimjihylurin er - fyri tey - einasti møguleiki at sleppa at røra seg.
Ein túrur í heita svimjihylinum mýkir allan kroppin og ger, at hesi børn hava møguleika at mennast kropsliga. Men í trý ár hava eingi børn svomið á Skúlanum á Trøðni. Heiti svimjihylurin á Landsjúkrahúsinum verður so nógv brúktur, at ikki er pláss fyri børnunum frá Skúlanum á Trøðni. Og svimjihylurin í Gundadali er ov kaldur og umstøðurnar ov illa egnaðar til mong av hesum børnunum.
Níggju ára gamli Sámuel, sonur Ester og Hallur, elskar vatn. Hann hevur autismu, og vatn er fyri hann tað, sum fótbóltur er fyri onnur børn.
- Vatnið strimbrar hann á serligan hátt, og fyri Sámuel hevur vatn heilt serligan kensluligan týdning. Tí er tað so trist at síggja henda hylin standa sum eitt skrýmsl. Hann kundi gjørt so nógvan mun, siga Ester og Hallur Mohr.
Tey fluttu til av Sandoy til Havnar fyri nøkrum árum síðani fyri at geva soninum betri umstøður. Sámuel slapp inn á serstovuna Barnagarðinum á Øksnagerði, og hetta var sera gott fyri hann. Skifti frá barnagarði til skúla hevur skelkað foreldrini, tí umstøðurnar hava verið so vánaligar.
- Eg veit, at hesin skúlin var kallaður ein rolls-royce innan serskúlar, tá hann varð bygdur. Tí er tað serliga hugtungt, at síggja hann liggja sum eitt lasafar í dag, sigur Hallur.
Trettan ára gamla Jenny, dóttir Nenu, gekk í barnagarði á skúlanum á Trøðni, áðrenn hon byrjaði í skúlanum. Hon er seinment, og svimjihylurin hevur havt stóran týdning fyri kropsligu menningina.
- Men nú er tað søga, sigur Nena Thomsen, sum eisini er forkvinna í Skúlastýrinum.
Tá samgongan slitnaði
Ábyrgdin fyri viðlíkahaldi liggur hjá Landsverk og har við landsstýrismanninum í Vinnumálum. Men skúlin er eisini merktur av, at alt ov fá starvsfólk eru á skúlanum. Ein lærari er einsamallur um fýra børn, og verður lærarin sjúkur, er eingin avloysari, men børnini vera býtt út til hinar lærararnar. Í løtuni er ein lærari sjúkrameldaður og ein í orlov, men eingir pengar eru at seta avloysarar.
Fyri nøkrum vikum skipaði skúlastýrið fyri foreldrafundi um vánaligu umstøðurnar, og niðurstøðan var, at tey skuldu heita á Landsstýrismannin í Mentamálum um eina størri játtan til læraralønir og til rakstur av svimjihylinum, tá hann varð klárur at taka í brúk.
Nena Thomsen, forkvinna í Skúlastýrinum, fór niðan í Mentamálaráðið at handa teimum eina skrivliga áheitan.
- Jógvan á Lakjuni var sera jaligur, og hann tóktist at vera kløkkur av, at umstøðurnar vóru so vánaligar. Og vit fingu lyfti um, at hann skuldi søkja fíggjarnevndina um økta játtan til tríggjar læraralønir umframt pengar til rakstur av svimjihylinum.
Nena var glað og spent, tá hon fór av aftur fundinum, og hon gjørdi ikki mætari enn at hon ringdi beinanvegin til Annfinn Kallsberg, formann í fíggjarnevndini, og greiddi honum frá málinum og segði, at Landstýrismaðurin fór at søkja um økta játtan. Hetta var klokkan hálvgun trý seinnapart.
Beint áðrenn miðnátt sama kvøld slitnaði samgongan, og alt fór í vaski.
- Nú kann tað aftur taka drúgva tíð, til vit fáa myndugleikarnir at síggja tørvin og gera nakað við støðuna, sigur forkvinnan í stýrinum á niðurslitna skúlanum.
Mugu berjast og stríðast
Í løtuni fer umbygging fram á skúlanum, har B-lonin verður útbygd við 120 kvadratmetrum, sum skulu brúkast til skúlastovur til børn við autismu. Og gamli, kaldi bussurin skal eisini útskiftast.
- Hetta eru vit sera fegin um, sigur Hallur, men hann leggur eisini herðslu á, at útbyggingin er eitt úrslit av, at foreldur hava pressað.
- Tíverri er tað so, at einki hendur, um foreldrini ikki sjálvi berjast fyri tí, staðfestir Nena.
- Ongar yvirskipaðar ætlanir og visiónir eru. Og framstig henda bara, tí onkur foreldur orka at stríðast. Men tað eru langt frá øll, sum orka tað. Tey flestu hava nokk í at fáa dagin at hanga saman, tí eitt barn við menningartarnað krevur nógva orku.
- Tí er tað ikki so løgið, at tey flestu ikki eisini orka at berjast við myndugleikarnir, sigur Hallur.
Nena, Ester og Hallur leggja dent á, at tey starvsfólk, sum eru á stovninum gera eitt stórt og gott arbeið.
- Tey royna at gera teirra besta, men tað má vera frustrerandi at standa sum einsamallur lærari hjá fýra serliga strævnum børnum og vita, at um tú ikki fert til arbeiðis, so fáa starvsfelagirnir tað upp aftur strævnari, sigur Nena Thomsen.
Miðalaldurin á lærarunum er eisini hægri á Skúlanum á Trøðni enn á øðrum stovnum, tí ungir lærarar støðast ikki í arbeiðsumstøðum, har tey ikki kunnu geva tað tey ynskja, har eingir pengar eru til starvsfólkamenning og har bygningurin far loyvi at fara í hundarnar, uttan at nakað hendir.










