Og ikki nóg mikið við tað – nei, tað verður víst til eina útdýpandi grein inni í blaðnum, har man í einum kronikki uppá samfullar tvær síður meira eksakt fær illustrerað tann lívstýðandi týdningin av fløvandi føroyskum skóleistum.
Hetta er sjálvandi ikki heilt óinteressant, men eiga slíkir tankar at vera forsíðu-tíðindi í einum seriøsum føroyskum blaði. Er hetta relevant forsíðu-tilfar?
Vit mugu gera okkum greitt, at hetta er um somu tíð sum lemjandi fíggjarligar sparingar verða debatteraðar dagliga á løgtingi. Hetta er eisini um somu tíð sum útlendsk bløð hvønn dag eru á tremur um álvarsom og skelkandi fíggjar-tíðindi úr allari verðini. Hetta er harafturat um tað mundið, tá ið europeiskir journalistar eru farnir at skriva sera kritiskt um kríggið í Afghanistan, sum Vesturheimsins herdeildir kanska koma at tapa! Átti slíkt tilfar ikki altíð at verið prioriterað langt framum skóleistar sum forsíðu-tíðindi?
Tað er at halda lesaran fyri tað turra spott, tá ið man noyðir hann til at halda slík anti-tíðindi vera forsíðu-relevant!
Kvinnan firnast abstinensir
Og so er tað sjálvur kronikkurin: Ja, har fáa vit m.a. at vita, at tann hálvføroyska kvinnan, sum er kendur danskur sjónleikari næstan er blivin ”avhangig” av føroyskum skóleistum, sum ommusystir hennara hevur sent henni í áravís!
Her kann málið gerast ógvuliga álvarsamt, tí einhvør avhangigheit kann jú, sum kunnugt skapa hættisligar abstinensir. Hvussu tann hálvføroyska kvinnan klárar seg, tá ið skóleistarnir eru uppslitnir, og tann føroyska ommusystirin ikki hevur sent nýggja forsýning, ja, tað fáa vit púra einki at vita um frá tí annars serdeilis grundiga kronikørinum.
Í tí hendingaringa geingi, vit hava beint nú, tá ið hálkan og kavin gera um seg í øllum Kjøpinhavn, er tað ótrúligt, at dimmumenn ikki fáa fortalt skóleista-kvinnuni um, hvussu væl føroyingar hava dugað at lofta sær í hálku við at smoyggja skóleistar uttaná skógvarnar sum skølingar. Her hava okkara beskednu dimmumenn gingið í alt for smáum skóm. Tí skølingar eru allarhelst eitt føroyskt uppfinnilsi! Men hetta kann kannast og granskast, eitt nú á Setrinum!
Fyri nøkrum fáum árum síðani vóru menn frá ”Degi & viku” suðuri í Trongisvági og interviewaðu ein traðarmann við eini tvílembu, sum vist hevði tvílembt fyri aðru ferð sama árið. Tvílemban slapp at jarma einar tvær ferðir í mikrofonina afturvið tí sindrinum, sum traðarmaðurin visti at siga.
Tá trúðu vit ikki, at føroysk tíðindasending kundi gerast meira irrelevant, tápulig og óviðkomandi.
Men eftir at skølingar á Dimmalætting eru farnir at filosofera um skóleista-avhangiheit hjá hálvum útisetum, tykist tað sum um tann journalistiski idiotprísurin einaferð enn lættliga kann býtast út eftir tí allarminsta felagsnevnaranum!