Skálavatn yvir um fjørðin

Tað er ikki allastaðni í Runavíkar kommunu at vatnviðurskiftini eru nøktandi. – Men arbeitt verður allatíðina við at bøta um umstøðurnar, sigur borgarstjórin, Magnus Rasmussen.

Í ár fer kommunan at brúka 3 milliónir krónur til hetta. Meginparturin av hesum fer til eina verkætlan at fáa vatn av Skála yvir um fjørðin.

- Hetta er ein stór og neyðug verkætlan, sum vit byrjaðu við í fjør, og sum kemur at vara í nøkur ár aftrat, sigur hann.

Umframt hesa stóru verkætlanina arbeiðir kommunan eisini við at fáa viðurskiftini innan vatnveitingina í Funningi í rættlag.

(savnsmynd)