Skálavík í vøkstri

Væl av fólki er flutt til Skálavíkar seinastu tíðina. Barngarður og frítíðarskúli eru á veg, men tvørligt er hjá fólki at fáa bústað

 

Skálavík: Fimm familjur við tilsamans 22 fólkum eru innan stutta tíð flutt til Skálavíkar. Kommunan er í ferð við at gera barnagarð, har eisini frítíðarskúli skal húsast.

Fólk halda tað vera vorðið liviligari í Eystanbygdunum. Í Skálavík er eitt fiskavirki komið upp at standa, og har eru fólk flutt til. Eisini onnur flyta til Skálavíkar. Fólk, sum eru vaksin upp í bygdini og hava verið burtur í ymsum ørindum, koma aftur við famlju. Og eisini onkur, sum annars einki genetiskt tilknýti hevur til bygdina, er fluttur til.

Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður sigur, at tað merkist væl í eini lítlari kommunu sum Skálavíkar, at so nógv fólk knappliga flytir til. Men tað merkist eisini á annan hátt enn bara positivt, sigur hann. Onkur teirra, sum flytir, hevur trupulleikar við at fáa bústað.

Ikki soleiðis, at ikki eru hús til hesi fólkini. Men tey eru ikki øll líka løtt at fáa hendur á. Peningastovnarnir eiga hús standandi, sum fólk flutti úr, tá ringast stóð til. Hesi tómu hús, sum fleiri eru rættiliga nýggj, vilja fólk fegin sleppa at leiga. Men tey fáa blankt nei frá peningastovnunum. Tíansheldur eru fólk, sum hava fingið gomul hús í Skálavík, sum tey nú eru farin at byggja uppí, meðan tey nýggju standa tóm.

Sum ein avleiðing av, at ungt fólk við børnum flytir til, er Skálavíkar Kommuna farin undir at gera dagstovn. Kommunan hevur keypt hús í Skálavík, sum skulu hýsa barnagarði og frítíðarskúla.

Pláss er fyri knappliga 20 barnagarðsbørnum, meðan frítíðarskúlin verður fyri børnini upp til fjórða flokk. Tá skálvíksbørn fara í fimta flokk, flyta tey til Meginskúlan á Sandi.

Skálavíkar Kommuna hevur sett leiðara fyri dagstovnin. Tilflytari úr Havn, sum er komin til Skálavíkar, haðani maðurin er ættaður. Hann hevur eisini fingið arbeiði í bygdini, og tey flyta við tveimum børnum.

Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður í Skálavík sigur, at ætlanin er, at eisini børn úr hinum Eystanbygdunum skulu hava møguleika fyri ansingarplássi í barnagarðinum í Skálavík, um eitt nú foreldrini arbeiða á fiskavirkinum í bygdini.

Bygdarráðsformaðurin sigur, at innrættingararbeiðið, sum nú er í gongd í barnagarðinum, verður liðugt fyrsta dagin. Smiðirnir fara út í næstu viku. Síðan hevur leiðarin kallað foreldrini saman, og fara tey so at tapetsera og mála. Sjálv sleppa tey at velja litir og tílíkt, sigur byrgdarráðsformaðurin. Gólválegging og tað, sum har til hoyrir, er keypt og liggur klárt og bíðar eftir álegging.

Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður í Skálavík, roknar við, at um miðjan oktober verður barnargarðurin klárur at taka í móti børnumum.