Borgarstjórin í Skálavík heldur, at tað almenna má hjálpa bygdini aftur á føtur eftir tað, sum hendi í ódnarveðrinum í síðstu viku Illveðrið í Skálavík seinasta hósdag var so ringt, at fólk vita ikki um slíkt at siga. Brimgarðurin er lækkaður einar tveir metrar, bátahylurin er fullur av gróti, og grundketurnar eru helst allar slitnar.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, heldur, at landið má hjálpa bygdini aftur á rættkjøl.
Í gjár byrjaðu tey at taka bátarnar upp, sum sukku í havnini í Skálavík í ódnarveðrinum. Glastrevjubátarnir eru í toliligum standi, men hinir eru í knúsi.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer í dag Skálavíkar at hyggja at skaðanum í bygdini.