Vit mugu hava eyguni eftir skúlatroyttu næmingunum, sum fella burtur úr skúlaskipanini ov tíðliga.
Tað heldur Karolina Matras, sum er forkvinna í fólkaskúlaráðnum.
Fleiri næmingarnir í framhaldsdeildini er ofta nógv burturstaddir frá undirvísingini, og tí má verandi skipan við útskúlingini úr fólkaskúlanum endurskoðast. Karolina Matras sigur við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, www.skulabladid.fo, at fólkaskúlin skal vera við at hjálpa næmingunum at fáa eina miðnámsútbúgving ella fara undir eina tilgongd sum lærlingur. Síðstu skúlaárini í fólkaskúlanum mugu síggjast í samanhangi við miðnámsútbúgvingarnar, læruplássini og arbeiðsplássini, heldur hon.
Undirvísingin skal heilt einfalt tillagast einstaka næminginum.
- Fyri at næmingarnir skulu fáa sum mest burtur úr fakliga og sosiala felagsskapinum í flokkinum, skal serundirvísing og lektiukafé verða eftir vanligu skúlatíðina. Tað má skipast so fyri, at næmingar, sum hava serligan tørv og hava tørv á hjálpiamboðum, tildømis kt-ryggsekki, fáa hetta skjótast tilber. Í mun til næmingar, sum missa fótafesti í skúlanum og verða burtur úr skipanin, er tørvur á, at ráðgevingin arbeiðir skjótt, og at tildømis sálarfrøðilig hjálp er tøk beinanvegin, sigur Karolina Matras, forkvinna í fólkaskúlaráðnum.
- Størri dentur skal vera á kreativu og handaligu lærugreinarnar hjá næmingunum, sum ikki eru sterkir bókliga. Møguliga kann vera neyðugt at arbeiða mest í kjarnulærugreinunum føroyskum, rokning og enskum, og møguleika fyri serligari verkstaðarundirvísing, starvsvenjing og hjálp til skúlating, so skúlatroytti næmingurin fær hugin aftur til skúlan, sigur Karolina Matras, forkvinna í fólkaskúlaráðnum, við skulabladid.fo.










