Skúlatelving
Tað hevur gingið sera væl við teimum báðum innleiðandi kappingnum í skúlatelving fyri lið. Seinna innleiðandi kappingin var Kristi Himmalferðardag í Klaksvík, og aftur hesaferð vóru umleið 100 skúlabørn við í kappingini.
Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri enn einari sera væl úr hondum greiddari kapping, og telvað verður um FM-heitið fyri skúlanæmingar í 5. flokki og eldri og 4. flokki og yngri. Liðini eru mannað við 4 telvarum, umframt við upp til 2 skiftistelvarum á hvørjum liði.
- 20 lið møttu til kappingina, og tað vil siga, at aftur hesuferð vóru umleið 100 talvungdómar savnaðir til talvkapping, og tað er sera hugaligt, sigur Talvsambandið, ið fegnast um stóru undirtøkuna fyri talvkappingini.
Finalan í skúlatelvingini verður telvað í Skopun 2. Hvítusunnudag kl. 12.30. Finalan er søgulig, tí FM finala í talvi - ella FM talvkapping yvirhøvur - ikki hevur verið telvd á Sandoynni áður.
Í finaluni verða liðini, sum luttikið hava innleiðandi, býtt upp í ein FM bólk og ein Opnan bólk. Lið sum ikki hava luttikið í innleiðandi kappingunum, eru somuleiðis vælkomin at luttaka í opna bólkinum. Seinasta freist at melda luttøku til finaluna er leygarkvøld 3. juni.
Eldri bólkurin
Í bólkinum 5. flokkur og eldri, gjørdi Havnin aftur hesuferð bart tey vunnu allar dystir - og taptu bert 2 talv av 24 møguligum. Ilt er at fáa eyga á møguleikanum fyri, at nakað av hinum liðunum skala teir í finaluni.
Klaksvíkin sýnist eisini at hava sett seg á 2. plássið, tó í harðari kapping við Sandavág. Rókur hevur hug at blanda seg uppí stríðið um plaseringarnar, tó uttan av álvara at hava hótt hini liðini higartil. Roynda havnarliðið var aftur hesuferð mannað við: Hjalta Toftum Jógvansson, Margar Berg, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Jaspur Enghamar.
Bronsuvinnararnir úr Sandavági høvdu forfall á liðnum og tískil varð neyðugt at læna ein av teim yngru telvarunum upp í eldra bólkin. Hetta darvaði ikki úrtøkuna - heldur tvørturímóti. Høgni Egilstoft Nielsen, sum gongur í 2. flokki, tapti eittans talvið á 4. borði í eldra bólkinum - eitt talv hann enntá átti vunnið.
Yngri bólkurin
Rættiliga stórur spenningur er í yngra bólkinum og FM stríðið sýnist víðopið. Lagt er upp til eina sera spennandi FM-uppgerð, har Klaksvík, Havnin, Rókur, Skopun og Sandavágur hava gjørt um seg higartil. Og onnur lið liggja somuleiðis framvið. Sandavágur, sum vann fyrru undankappingina, var helst eitt sindur skert í 2. undankappingini, nú Høgni telvdi við teim eldru.
Fleiri eftirrokningar skuldu til, til tess at finna vinnaran og tá avtornaði hevði Klaksvík eitt (1) vunnið talv meira enn Havnin og sum gjørdist avgerandi, tá liðini vóru jøvn í dystarstigum.
Havnin hevði styrkt um liðið hesuferð við Sáru og Eydnu, sum luttóku í kapping fyri fyrstu ferð. Hesar báðar gjørdu rættiliga um seg - her er nógv at byggja víðari á - og saman við Rúna Jacobsen og Dánjal Hansen, er Havnin eisini hjá teim yngru, komin við í FM-stríðið. Skopuningar gjørdust aftur hesuferð júst ov stuttir og spennandi verður, um teir á heimavølli gera ein seinasta vørr í finaluni og røkka einari plasering. Vinnandi Klaksvíksliðið var aftur hesuferð manna við Gregersen-brøðrunum Einar, Heðin og Julian og (systkinabarninum) Una Gregesen.
Fakta
5. flokkur og eldri seinna innleiðandi kapping
D-stigV-talv
1. Havnin1822
2. Klaksvík 1519
3. Sandavágur1114
4. Rókur78
5. Vestmanna59
Kollafjørður fekk 2 dystarstig og Skopun 1
5. flokkur og eldri úrslit fyri undankappingar
D-stigV-talv
1. Havnin4252
2. Klaksvík3443
3. Sandavágur3035
4. Rókur a1921
5. Kollafjørður1724
Vestmanna a fekk 14 dystarstig, Vestmanna b 6, Skopun 4 og Haldarsvík 0
4. flokkur og yngri seinna innleiðandi kapping
D-stigV-talv
1. Klaksvík1114
2. Havnin1113
3. Rókur1013
4. Skopun a913
5. Sandavágur911
Kollafjørður fekk 7 dystarstig, Sandur a 7, Vestmanna 7, Sandur b 7, Skálavík 5, Sandur c 5, Sandur d 5, Skopun b 3
4. flokkur og yngri úrslit fyri innleiðandi kappingar
D-stigV-stig
1. Sandavágur2123
2. Klaksvík2024
3. Rókur1924
4. Skopun a1821
5. Havnin1620
Kollafjørður fekk 13 dystarstig, Vestmanna 13, Sandur a 10, Skálavík 9, Sandur c 9, Sandur b 8, Sandur d 5, Skopun b 3