? Sum eg havi skilt málið, so hava lærararnir boðað frá, at teir nokta at gera arbeiði, sum teir ikki eiga at gera. Eg skilji ikki, at hetta hevur við sær, at einki tilfar verður keypt inn.
Hann vísir á fólkaskúlalógina, sum greitt sigur, at skúlastjórin hevur fyrisitingarliga og námsfrøðiliga leiðsluna í skúlanum. Stjórin kann tí syrgja fyri, at tilfar verður keypt inn til tær ymsu lærugreinarnar.
? Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, at lærarar hava lagt hetta arbeiðið niður, tí leiðslan hevur ábyrgdina av innkeypum og ikki lærararnir.
Tað eru sostatt skúlastjórarnir, ið leggja arbeiðið niður, um teir ikki keypa inn.
Fáa ikki gjørt alt
Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla og formaður í skúlaleiðarafelagnum, ásannar, at stjórin hevur alla ábyrgdina av virksemi skúlans.
Hann vísir tó á, at ein skúlastjóri ikki kann vera við í øllum virksemi. Ein skúlastjóri býtir uppgávurnar út til lærararnar, sum síðani fremja tær í verki.
? Vit kunnu ikki fara at keypa inn til allar lærugreinarnar, har einki tilfar er eftir. Vit hava ikki nóg gott innlit til tess, tí tað eru lærararnir, sum vita nágreiniliga, hvat skal keypast. Vit kunnu tí einki gera í hesum málinum, sigur Hanus Joensen.
Samráðingarnar millum partarnar um savnsrøktina eru farnar í gongd. Men so leingi eingin sáttmáli er undirskrivaður, verður einki tilfar keypt inn til undirvísingina, og serliga handaligu lærugreinarnar eru hart raktar.
Olaus Jespersen leggur afturat, at hann væntar, at partarnir kunnu samráða seg fram til eina semju, og at ein loysn verður funnin. Hann sigur, at partarnir hava víst góðan samráðingaranda, og tí hevur hann góðar vónir.