Tað er ikki bara kommunuval í næstu viku. Tað er eisini skúlastýrisval, men tað eru fleiri, sum ikki hava givið sær far um tað. Fleiri hava sagt hvussu ring uppmøtingin hevur verið til uppstillingarfundir til skúlastýrini og at ov fá bjóða seg fram til hetta týdningarmikla arbeiði.
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur við Skúlablaðið, sum sæst á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum, at tíðin er komin at enduskoða leiklutin hjá stýrinum.
Herálvur Jacobsen sigur, at skúlastýrið hevur stóran týdning, tí tað er m.a. við til at góðkenna undirvísingarmiðlarnar hjá skúlanum.
Herálvur Jacobsen sigur við Skúlablaðið, at tað áliggur eisini myndugleikunum at kunna betur um skúlastýrisarbeiðið og vísa á hvussu umráðandi tað er.
- Endamálið við skúlastýrunum er, at skúlin skal vera nærri brúkaranum; við foreldraumboðan í skúlastýrunum dregur tú foreldrini inn í skúlan, og tað dámar mær væl, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.