FÓLKASKÚLIN
Í dag, hósdag, fer skúlastýrið í Leirvíkar skúla á fund við Mentamálaráðið um støðuna í Leirvíkar skúla.
- Vit hava roynt møguleikarnar, sum vit duga at síggja, innan verandi karmar og hava brúkt teir so mungott sum møguligt. Umframt hava lærararnir gjørt eitt stórt arbeiði við at royna at fáa fleiri tímar til skúlan. Nú má okkurt mundagott henda, sigur Jákup Tróndheim, skúlastýrisformaður.
Á fundinum í dag handar formaðurin í skúlastýrinum skriv frá foreldrunum at skúlabørnum í Leirvík, har støðan verður lýst. Har verður millum annað sagt, at tað ikki er rætt at leggja flokkar saman, sum verða so stórir sum 25 næmingar.
Skuldi verða rættvísari
Í samrøðu í mars við táverandi landsstýrismannin í skúlamálum, Óli Holm, segði hann, at nýggja tímabýtið er nógv rættvísari enn tað, sum er galdandi. Tað javnsetur næmingar í 1.-7. flokki, leggur upp fyri flokkatali skúlans, umframt at eitt nøktandi tímatal verður veitt 8.-10. flokki. Harafturat verður eisini lagt upp fyri p-fakskipan í handaverk og list, miðfirraðari serundirvísing og bókasavnstímum.
Í løtuni eru 19 flokkar í landinum, sum hava hægri næmingatal enn 24, eftir nýggja tímabýtinum verða flokkarnir 20 í tali. Skúlar við lægri næmingatali enn 70, eru ikki umfataðir av nýggja tímabýtislykilinum.